Dahl/Viderøs Bíbliutýðing nú sum app

Føroyska Bíbliufelagið hevur ment eina Bíbliu-app til Dahl/Viderø Bíbliuna.

Dahl/Viderø týðingin av Bíbliuni er nú tøk á telefonini. Føroyska Bíbliufelagið hevur ment eina app, har tú kanst lesa alla Bíbliuna, leita í henni, fáa mannakorn, deila á Facebook og mangt annað.

 

Fyribils er hon einans tøk til android, men iOS-útgávan til iPhone og iPad verður tøk ein av fyrstu døgunum.

 

Týðing Victor Danielsens hevur verið tøk í longri tíð og tískil eru nú báðar føroysku týðingarnar tøkar sum app til snildtelefonir og teldlar.