Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag sent Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, innbjóðing til samstarv um at loysa spurningin um samferðsluna millum útjaðaran og miðstaðarøkið, tá arbeiðssteðgir eru. - Vit mugu hava eina loysn, og hana eiga Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið at finna í felag.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í sambandi við støðurnar, ið kunnu koma í, tá arbeiðssteðgir eru á arbeiðsmarknaðinum. Hann sipar til tað óhepna í, at útjaðarin verður lagdur lamin, tí strandfaraskipini gevast at sigla, tá arbeiðssteðgir eru.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur í dag sent Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, innbjóðing til samstarv um at loysa spurningin.
- Vit eiga í felag fara í samrøður við fakfeløgini á føroyska arbeiðsmarknaðinum og fáa í lag avtalur, ið tryggja, at vitalar samfelagsfunktiónir, sum t.d. sigling í og úr útjaðaraøkjum, verða ikki lagdar lamnar í arbeiðssteðgum, sigur Johan Dahl.
Hann vísir á, at arbeiðssteðgir raka íbúgvar og fyritøkur í útjaðaraøkjum serliga meint og meinari enn miðstaðarøkið.
- Fakfeløg hava víst góðan samstarvsvilja, og vit eiga at taka spurningin upp nú, meðan friður valdar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.










