Dahl sannførdi Vinnunevndina

Johan Dahl sannførdi Katrina Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini hjá Løgtinginum um, at Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan skulu leggja saman.

Eftir fund við Johan Dahl í morgun sigur forkvinnan í vinnunevndini, at hon er sannførd um, at Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan

fara at klára allar sínar skyldur, hóast stovnarnir eru lagdir saman og starvsfólkatalið er munandi skert.

Vinnunevndin hevði kallað landsstýrismannin í vinnumálum í samráð í morgun at veita trygd fyri at báðir stovnarnir fara at klára at halda sínar lógarásettu skyldur eftir samanleggingina.

Og tað kláraði Johan Dahl at sannføra nevndina um.

Samráðini eru loynilig, men Katrin Dahl Jakobsen sigur, at hon situr eftir við eini kensla av, at málið er í góðum hondum og tí fer vinnunevndin fyribils ikki at gera meiri við málið.

Orsøkin til samanleggingina og skerjingina, er, at Løgtingið samtykti at lækka játtanina og tí varð neyðugt at seta tiltøk í verk fyr at fáa játtanina at halda og úrslitið er, at Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan vórðu løgd saman.

Hetta hevur elvt til hvasslig mótmæli, serliga frá fakfeløgum, tí tey eru sannførd um, at eftirlitið við arbeiðsplássum fer at versna og at tað fer at føra til, at trygdin eisini versnar.