-Tað eydnaðist ikki Johan Dahl at sannføra vinnunevndina um, at Arbeiðseftirlitið fer at megna allar lógarásettar uppgávur í sama mun sum áður, siga Bjørt Samuelsen og Kári P. Højgaard í aftursvarið til Katrin Dahl Jacobsen. Í eini aðrari grein á portalinum sigur Katrin Dahl Jacobsen, at hon er sannførd um ? eftir fundin við Johan Dahl ? at Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fara at klára allar sínar skyldur, hóast stovnarnir eru lagdir saman, og arbeiðstalið munandi skert.
Men hetta vilja Bjørt Samuelsen og Kári P. Højgaard ikki hava sitandi á sær. Tey gera greitt, at Katrin Dahl Jacobsen, forkvinnan í Vinnunevndini, ikki tosar fyri alla vinnunevndina.
-Í samráði við landsstýrismannin í vinnunevndini fyrrapartin kom greitt fram, at landsstýrismaðurin ikki kann veita nakra trygd fyri, at uppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum verða røktar eins væl eftir, at stovnurin fyrst er skerdur sera nógv, og síðani lagdur saman við Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum eisini hevur verið fyri stórum fíggjarligum niðurskurði, siga Bjørt Samuelsen og Kári P. Højgaard.
-Eftirlitini verða eftir øllum at døma færri, og ikki fyrr enn stovnarnir veruliga eru samskipaðir ber til at síggja avleiðingarnar av stóru sparinginum, siga tey.
Fíggjarliga skerjingin av Arbeiðseftirlitinum byrjaði í 2009 og síðani er stovnurin spardur við á leið 20%. Sparingarnar eru fyrst og fremst raðfestingar hjá landsstýrinum, umframt at fíggjarnevndin omaná valdi at mæla til enn størri sparing, sum ein meirluti av Løgtinginum samtykti.
-Úrslitið er ein ógvuslig niðurlaðing við fleiri uppsøgnum, og tað sigur seg sjálvt, at tað merkist so ella so, siga tey.
Eingin ivi er um, at stjórin á samalagda stovninum veruliga skal at kýta seg, at fáa tingini at virka undir sera trongu kørmunum. Hvussu tað fer at virka, fáa vit ikki at síggja fyrr enn ein tíð er farin. Eftir at hava fingið svar í løgtinginum uppá eina røð av fyrispurningum um málið stendur rættuliga greitt, at ógvusliga niðurraðfestingin av Arbeiðseftirlitinum heilt greitt fer at merkjast. Samráðið í dag flutti ikki nakað í so máta, siga Bjørt Samuelsen og Kári P. Højgaard í felags tíðindaskrivi.










