Dagurin við sensatiónunum

EM 2016: Sensatiónir sermerktu dag fimm til EM-endaspælið

EM dagurin í dag er fyrsti dagurin higartil í endaspælinum, har tær stóru sensatiónirnar hava eyðkent ein dag.

 

Eysturríki og Portugal vóru undan dystunum í dag greiðir favorittar móti avikavist Ungarn og Íslandi, sum bæði hava eitt serligt tilknýti til Føroyar – meira um tað seinni.

 

Men bæði Ungarn og Ísland bitu av álvara frá sær, og vístu at knotur eru í øllum londum til hetta EM endaspælið, hóast at gáttin til at luttaka hesa ferð er lægri enn hon annars hevur verið til endaspæl.

 

Ungarn gjørdi ikki mætari enn at vinna 2-0 móti Eysturríki, meðan Ísland fekk eitt óvæntað stig, tá teir spældu 1-1 javnleik móti Portugal, sum av flest av øllum frammanundan var mett sum stórur favorittur.

 

Les eisini: Ungarn fekk óvæntaðan sigur

Les eisini: Ísland stóð fyri sensatiónini

 

Men aftur til tað at Ungarn og Ísland hava serligt tilknýti til Føroyar. Um vit taka Ungarn fyrst, so var Ungarn nevniliga í bólki saman við Føroyum í farnu undankapping, og tað var móti Ungarn á heimavølli, at ”nýggja” føroyska landsliðið av álvara fekk sín elddóp. Tá trinu leikarar sum Brandur Hendriksson Olsen og Sølvi Vatnhamar av álvara á pallin fyri føroyska landsliðið, og restin síðani tann dystin er søga fyri okkum føroyingar. Teir báðir leikararnir vóru millum høvuðsaktørararnir í báðum sigrunum hjá Føroyum móti Grikkalandi stutt aftaná.

 

Meðan Ísland er okkara grannatjóð og er tað landið, sum flest føroyingar hava áhuga fyri til hetta endaspælið. Tí er dagurin í dag eisini serligur fyri føroyskar fótbóltsáskoðarar.

 

Undan dystinum hevði Heri Simonsen samrøðu við fleiri føroyingar sum hava tilknýti til Ísland, og av teimum raktu Guðmundur Guðmundsson og Símun Samuelsen best, tí teir tippaðu báðir at dysturin fór at enda við 1-1 javnleiki, meðan Jónas Tór Næs og Gunnar Nielsen tippaðu at Ísland fór at vinna dystin.