Danska veðurstovan roknar við, at veðrið í dag verður hampuliga gott, men hitastigini verða í lægra lagi.
Vindurin verður 3-8 m/s av vestri. Tað verður turt fyri tað mesta, og møguleiki er fyri sólglottum.
Í kvøld og nátt veksur vindurin upp í 8-13 m/s, og tað verður ælaveður.
Hitin alt døgnið verður millum 4 og 8 stig.










