Dagurin í stuttum

Ein stutt samanumtøka av dagins mest lisnu søgum á in.fo í dag

Sea Shepherd dømt at gjalda risabót

Sea Shepherd bleiv í Føroya rætti dømt at rinda 20 dagbøtur á kr. 10.000 umframt at hald verður lagt á bát og útgerð hjá felagsskapinum, ið tils. hevur eitt virði á kr. 234.000.

 

Felagsskapurin er dømdur fyri at órógva grindadráp í Sandavági.

Verjin hjá Sea Shepherd vildi hava málið avvíst, men rætturin vildi ikki eftirlíka kravinum. Av tí at talan var um politimál og Sea Shepherd ikki møtti í rættinum, er ikki møguligt hjá felagsskapinum at kæra dómin.

 

Eik málið

Fyrrverandi stjórin í EIK Banka og Bank Nordik, Jørn Astrup Hansen, er stevndur av EIK fyri ærumeiðing. Í samband við skattamálið, ið EIK og TAKS eru komin til eina loyniliga niðurstøðu um, hevur Jørn Astrup Hansen úttalað seg kritiskt um bankan. Hann sigur, at tær 90 milliónirnar, sum EIK vil hava í skattafrádrátti, ikki skulu gevast sum frádráttur.

 

Miðlahúsið hevur vent sær til EIK fyri at fáa eina viðmerking um skattamálið, men eingin vil úttalað seg. Tó er greitt, at TAKS hevur sent eitt hoyringsskriv til EIK og tey fólk, ið Miðlahúsið hevur tosað við siga, at um so er, so er lítið sannlíkt, at EIK hevur fingið viðhald í sínum skattafrádrátti.

 

Bókaútgáva hjá Sjúrði Skaale

Sjúrður Skaale hevur givið eina nýggja bók út, ið er um tíðarskeiðið 1998-2002, tá fullveldissamgongan arbeiddi fram ímóti føroyskari loysing frá Danmark.


Tað er noktað alment innlit í skjølini frá tí arbeiðnum, tí løgmansskrivstovan sigur, at málið er ikki avgreitt enn og tí fær eingin innlit.

Sjúrður Skaale var embætismaður í Tinganesi hetta tíðarskeiðið og hann fortelur okkum nú hvat hendi. Ikki við teimum almennu skjølunum, men úr sínum egnu notatum og dagbók, ið hann hevur skrivað.


Løgmansskrivstovan vil einki siga enn um tað fær fylgjur, at Sjúrður Skaale letur bókina út, ið inniheldur loyniligar upplýsingar. Marjun Hanusardóttir sigur í stuttari viðmerking, at tey vilja síggja bókina fyrst.

 

Stjórasetanir á Glasi

Stríð hevur tikið seg upp um stjórasetanir á Glasi. Søkt var innanhýsis eftir fýra stjórum til deildir á nýggja Glasir. Fýra mans blivu settir. Orsøkin var, at eingin kvinna søkti.

 

Tað eru fleiri, ið hava funnist at tí, at Glasir ikki søkti alment eftir fólki og at at lýsingin ikki bleiv koyrd út umaftur, tá tað var greitt, at eingin kvinna var millum umsøkjararnar.

 

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi sigur, at Mentamálaráðið vildi hava, at øll starvsfólkini á teimum trimum skúlunum skuldi fylgja við í nýggja bygnaðin og at lýsingin stóð í eini sjey vikur, so øll vistu av henni.

 

Brandur Jacobsen stillar upp fyri Fólkaflokkin

Ein av stemmuslúkarunum á tjóðveldislistanum í Eysturkommunu, Brandur Jacobsen, stillar ikki upp fyri Tjóðveldi komandi kommunuval, men Fólkaflokkin. Orsøkin er samstarvið við borgarstjóran, Jóhan Christiansen, sum ikki hevur koyrt serliga væl seinastu setuna. Brandur Jacobsen sigur, at borgarstjórn ikki yvirhelt tær avtalur, ið var millum teir báðar, eftir seinasta val.

 

Jóhan Christiansen ásannar, at tað hava verið ávisir spenningar, men at hann metir seg hava yvirhildið allar avtalur, sum vórðu millum Brand Jacobsen og seg.

 

Skipara- og Navigatørfelagið átalar fiskivinnunýskipan

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, átalar harliga hoyringsskrivi frá fiskivinnunýskipanarbólkinum.

 

Hann sigur, at við núverandi tilmælum fara teir at reka dugnaligar føroyskar sjómenn av landinum.
M.a. rør Annfinnur Garðalíð framundir, at kvotaskipan, ið verður tilmælt, ikki kann rigga í Føroyum, tí vit hava blandingsfiskarí kring Føroyar, ið riggar best undir eini dagaskipan.

 

Hann sigur at, um uppskotið fer í gjøgnum kann tað gerast ein katastrofa fyri Føroyar.

 

Ítróttur

Tað er ymiskt, ið bendir á, at Eyðun Klakstein ikki heldur áfram sum B36 venjari, men verður avloystur av Oddbirni Joensen og Jákupi á Borg. Eingin av pørtunum vil tó vátta nakað enn.

 

Okkurt bendir eisini á, at Heðin Askham verður venjari hjá EB/Streymi í næsta ár, ið hann eisini vann føroyameistaraheitið við í 2012. Tað sigst eisini, at felagið vil royna at fáa Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen heim aftur til barndómsfelagið, men Signar í Homrum, formaður, vil ikki vátta tíðindini.