29. august. Jóhannes hálshøgdur. Dagurin hildin til minnis um at Heródes læt Jóhannes Doyparan hálshøgga. Samveldissáttmáli varð gjørdur í Bergen millum Noreg og Danmark hendan dagin í 1450.
Um dagin kann annars sigast, at hendan dagin fyri 60 árum síðani sprongdi Sovjetsamveldi sína fyrstu brintbumbu.
Hendan dagin í 1966 spældi The Beatles ta seinastu planløgdu konsertina í Candlestick Park í San Francisco.
Og tað var hendan dagin fyri átta árum síðani – í 2005, at ódnin Katrina rakti amerikansku flógvastrondina, serliga New Orleans, og fleiri enn 1.800 fólk lótu lív. Skaðar vóru fyri yvir 750 milliardir krónur.
Av føðingardøgum kunnu nevnast, at svenski sjónleikarin, Ingrid Bergman varð fødd hendan dagin í 1915. Hon doyði eisini hendan dagin, á sínum 67 ára føðingardegi í 1982.
John McCain, amerikansku senatorur og forsetavalevni, varð føddur hendan dagin í 1936.