Í kvøld hava tvær av fyrru 1/8 finalunum í Champions League verið. RB Leipzig vann flottan 1-0 sigur á Tottenham á útivølli, har Timo Werner bleiv avgerandi, meðan Atalanta vann heili 4-1 á Valencia.
Í London var full ferð á í uppgerðini millum Tottenham og týska RB Leipzig. Gestirnir úr Týsklandi mundu vera vandamiklari, men bæði liðini spældu við fullari ferð fram eftir vøllinum. Avgerandi løtan kom tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá ein RB Leipzig spælari bleiv rendur umkoll.
Tað fall Timo Werner í lut at umseta úr ellivu metrum. Søgurnar siga, at fleiri av stórfeløgunum eru eftir Timo Werner. Hann spældi væl og umsetti eisini úr ellivu metrum. Tottenham royndi at svara aftur, men helst hevði RB Leipzig størsta møguleikan at fáa mál aftur. Tað endaði 1-0.
##med2##
Á San Siro spældi Atalanta størsta dystin í søguni hjá felagnum. Tað spældi væl av, tí Atalanta vann heili 4-1 á Valencia. Tað var 2-0 í hálvleikinum og tað bleiv heili 4-0, áðrenn Valencia svaraði aftur.
Champions League 1/8 finalur:
Í dag:
Tottenham – RB Leipzig 0-1 (0-0)
0-1 Timo Werner, 58 br
Atalanta – Valencia 4-1 (2-0)
1-0 Hans Hateboer, 16
2-0 Josip Ilicic, 42
3-0 Remo Freuler, 57
4-0 Hans Hateboer, 63
4-1 Denis Cheryshev, 66
Í gjár:
Atletico Madrid – Liverpool 1-0 (0-0)
1-0 Saul, 4
Borussia Dortmund – Paris Saint Germain 2-1
1-0 Erling B. Håland, 69
1-1 Neymar jr, 75
2-1 Erling B. Håland, 77