Dagurin er tubbaksfríur

Í dag er altjóða tubbaksfríur dagur. WHO hevur skýrt dagin ?Smoke-free inside?, altso ?Roykleysur innandura? Í dag er altjóða tubbaksfríur dagur, so um tú longu hevur fest tær í, so er tí at sløkkja sigarettina. Heimsheilsustovnurin WHO stuðlar á hvørjum ári altjóða tubbaksfría dagin, sigur Fyribyrgingarráðið í tíðindaskrivi:

- Fyribyrgingarráðið fer at nýta høvið at heita á øll um at gera arbeiðspláss og heim roykleys tann 31. mai. Roykleyst umhvørvi verjir heilsuna og stuðlar roykjarum, sum ætla sær at leggja av. Er arbeiðsplássið ella heimið longu roykleyst, fegnast vit um tað saman við tykkum.

Heimsheilsustovnurin WHO hevur prentað ein faldara til Altjóða tubbaksfría dagin 2007. Hann er tøkur á enskum og fronskum á:

www.who.int/tobacco/resources/publications/wntd/2007