Dagurin er lættur at minnast

10.10.10 var sunnudagur, og tá vóru fleiri vígslur í Føroyum.

11.11.11 var fríggjadagur, og tá vóru eisini nøkur, sum giftust.

Men sum skilst verður ikki tann nógva trokanin fyri at giftast 12.12.12, sum er mikudagin í næstu viku.

Tórshavnar kommuna veit um tríggjar borgarligar vígslur hendan dagin, og sóknarpresturin Ann Dahl Hansen skal víga eitt par heima 12.12.12 klokkan 12.

Dagurin er mikudagur, og tað kann gera sítt til lítla áhugan fyri at gera hendan dagin til merkisdag. Hinvegin gloyma fólk ikki brúdleypsdag sín, verða tey gift ein slíkan dag.

Í øðrum londum verður fleiri vígslur 12.12.12.