Dagurin eitur Valdimarsdagur

15. juni. Valdimarsdagur. Danski kongurin Valdemar Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219. Søgnin sigur, at tá illa stóð til, fell reyður dúkur við hvítum krossi niður av himni. 15. juni í 1912 varð kunngjørt, at hesin dagurin skuldi vera almennur danskur flaggdagur til minnis um sigurin við Reval. Navnið Valdemar er eftir russiska Vladimir, ið merkir mikil í sínum veldi. Dagurin eitur eisini Vitus, til minnis um ein 12 ára gamlan drong, sum saman við fleiri øðrum varð tikin av døgum í Róm umleið ár 300. Dagurin er annars merkisdagur í Noregs søgu. Á vitusarmessu ár 1184 vann Sverri úr Kirkjubø sigur í sjóbardaganum við Fimreiti í Sogn og gjørdist einakongur í Noregi.