1.mai. Valborgarmessa. Hildin til minnis um enska kongsdóttur og nunnu, sum seinni gjørdist abbadissa í kleystrinum Hildesheim í Týsklandi. Hon doyði í 779. Valborgarnátt varð hildin mikil várveitsla í Norðurlondum, og tað er ta náttina, at trøllkonur ríða at Bloksbjørgum. Germanskt navn, ið merkir vald og vernd. 1. mai er arbeiðaradagurin, sum varð hildin á fyrsta sinni í París í 1889.









