6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin. 6. januar var í fornkirkjuni hildin sum føðingardagur Krists og var róptur Epifania Domino (opinbering Harrans). Tá teir í 4. øld semjast um 25. desember sum føðingardagin, verður 6. januar trettandi dagur jóla.










