13. januar. Tjúgunda halgi. Jólini enda. Tá ið tey taldu jólini og kvóðu um alt tað, sum Sankta Mortan gav, kvóðu tey: tjúgu stútir, nú eru jólini úti. Tjúgunda kvøld hevur verið hildið sum høgtíðsdagur onkustaðni í Føroyum. Dagurin verður í álmanakkanum eisini róptur Hilarius, til minnis um ein biskup í Poitiers, ið var mettur høgt sum kirkjulærari og sálmaskald. Hann hevur yrkt sálmin. Tær Guð, sum ein ræður himni á. Hilarius doyði í árinum 36