14. apríl. Summarmáli. Eftir gamlari føroyskari tíðarrokning byrjar summarhálvárið hendan dag. Sagt var, at á summarmála avdagast ikki, tí var klárt í veðrinum, skuldi dagsglæman ikki hvørva. Soleiðis sum summarmáladagur er, soleiðis verður várið. Dagurin eitur annras Tiburtius. Saman við bróður sínum varð hann tikin av døgum umleið 225.