Dagurin eitur Símeon

Danmark fer á húsagang, Dimmalætting byrjar regluliga útgávu og Pauli Ellefsen verður valdur til løgmann

Danmark fer á húsagang, Pauli Ellefsen verður valdur til løgmann og Dimmalætting byrjar regluliga útgávu

 

5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluasia, sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið hann í 422 fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu. Súla eitur stylos á grikskum. Hebráiska navnið Shimon er av somu rót sum navnið Sámuel og merkir lítli Sámal.

(Dagar og nøvn í Álmanakkanum, Axel Tórgarð)

 

Hendingar:

1813: Danmark verður lýst statsbankarott. Tjóðbankin verður stovnaður undir navninum »Rigsbanken«

 

1878: Dimmalætting byrjar regluliga útgávu.

 

1910: Flogskiparin Robert Svendsen setur danskt met við at flúgva í 84 metra hædd yvir Keypmannahavn.

 

1914: Ford boðar frá 8 tímars arbeiðsdegi og minimumsløn upp á 5 dollarar fyri eitt dagsverk.

 

1981: Pauli Ellefsen verður valdur til løgmann í samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hann avloysir Atla P. Dam, sum aftur avloysir Paula Ellefsen 4 ár og 5 dagar seinni, tann 10. januar í 1985.

 

2015: Jóhan á Plógv Hansen spælir sín fyrst landsdyst fyri danska U-21 hondbóltslandsliðið, eftir at hava verið í karantenu í 2 ár frá landsliðshondbólti, tí at hann skifti hondbóltstjóðskap úr Føroyum til Danmark. Landsdysturin var móti Svøríki og var spældur í Malmø. Danmark vann dystin 28-23.

 

----

Tekstur til myndina, sum stóð í Sosialinum 7. januar í 1981:

 

Tann nýggja landsstýrismanningin:

Olaf Olsen, Fólkaflokkurin, 45 ár, stjóri á PF Vónin í Fuglafirði í 10 ár, skipari í 12 ár, valdur á ting í 1980

Tórbjørn Poulsen, Sjálvstýrisflokkurin, 48 ár, verkfrøðingur, hevur starvast á TFL seinastu 7 árini

Pauli Ellefsen, 44 ár, stat. aut. grannskoðari seinastu 11 árini, valdur á ting í 1974, formaður í tingbólki Sambandsfloksins síðani

Eilif Samuelsen, Sambandsflokkurin, 46 ár, lærari síðani 1958, formaður í Lærarafelagnum í 12 ár, kom inn á ting í 1978

Páll Vang, 31 ár, lærari á Tvøroyri síðani 1974, hevur verið uppstillaður til løgtingsval og býráðsval, men ikki valdur higartil