27. oktober. Sem. Hann var elsti sonur Nóa og var ættfaðir at semitisku fólkasløgunum. Navnið er hebráiskt og merkir sonur ella arvingi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Hendingar 27. oktober:
1492 Á fyrstu ferð síni í nýggja heiminum finnur Columbus oynna Cuba.
1810 USA annekterar fyrrverandi sponska hjáladnið Vesturflorida.
1922 Benito Mussolini sendir sínar svartskjurtur í skrúðgongu móti Róm.
1967 Politiið setir í verk rúsdrekkakanningar við at blæsa í ballón.
1978 Anwar Sadat, forseti í Egyptalandi, og Menachem Begin, forsætisráðharri í Ísrael, fáa Nobel friðarheiðrslønina.
1981 Sovjetiski kavbáturin U-137 siglir á eitt sker nærindis orlogsbasanum í Karlskrona í Svøríki.
1998 Gerhard Schröder verður kanslari Týskalnds á fyrsta sinni.
Fødd 27. oktober
1728 James Cook, bretskur rannsóknarfari. Deyður í 1779
1782 Niccolò Paganini, italskur fiólspælari og tónaskald. Deyður í 1840.
1858 Theodore Roosevelt, 26. forseti í USA. Deyður í 1919
1858 Valdemar prinsur, sonur Christian 9. Deyður í 1939.
1917 Oliver Tambo, suðurafrikanskur frælsisstríðsmaður. Deyður í 1993.
1933 Poul Bundgaard, danskur sjónleikari og sangari. Deyður í 1998.
1939 John Cleese, bretskur sjónleikari, filmsleikstjóri og filmshandritsskrivari.