29. november. Saturnius. Fleiri halgimenni við hesum navni eru knýttir at degnum, men helst er talan um fyrsta kristna biskupin í Toulouse í Fraklandi, sum varð tikin av døgum um ár 257. Á grøv hansara er umleið ár 1100 bygd prýðilig kirkja, sum í miðøld var nógv vitjað av pílagrímum.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)