Dagurin eitur Romanus

9. august. Romanus, deyður umleið 250. Halgisøgurnar eru ikki á einum máli, um hann var ein umvendur rómverskur hermaður ella ein kristin prestur. Hálshøgdur varð hann í hvussu so er fyri trúar sakir.

 

Hendan dagin í 1945 var onnur kjanorkubumban tveitt yvir Nagasaki í Japan. Umleið 75.000 fólk doyðu.

 

Hendan dagin í 1974 legði Richard Nixon frá sær sum amerikanskur forseti, og varaforsetin, Gerald Ford tók yvir embætið.