7. september. Robert. Teir vita ikki, hvønn sipað verður til. Navnið kemur ikki fyri í álmanakkanum fyrr enn í 1728. Kanska er talan um ein abbata í Kent í Onglandi. Germanskt navn, samansett av orðunum, ið merkja tiltikin og ljómandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)