Dagurin eitur Rikard

Rikard Leyvuhjarta doyði í stríði fyri Normandíið í 1199

7. februar. Rikard, deyður umleið ár 720. Enskur kongur, sum gjørdi pílagrímsferð til Róm og Heilaga Landið, men doyði longu á útferðini. Summi halda, at talan er um Rikard Leyvuhjarta, sum doyði í 1199, men hann varð ongantíð skírdur halgimenni. Germanskt navn, ið merkir mikil, harður ella sterkur.

Axel Tórgarð, Dagar og nøvn í álmanakkanum

7. februar er dagur 38 í árinum í gregorianska kalendaranum. 328 dagar eru eftir av árinum.

Hendingar, ið knýta seg til 7. februar:

1971 - Kvinnur í Sveis fáa atkvøðurætt.

1986 - Forsetin á Haiti, Jean-Claude Duvalier, flýggjar til Fraklands.

2014 - Vetrar-OL í Sotsji í Russlandi byrja

2015 - VÍF vann steypafinaluna í hondbólti hjá monnum móti Neistanum 26-25. Neistin vann steypafinalurna hjá kvinnunum móti Kyndli 24-19.

Føðingar:

1943 – Finnbogi Ísakson, løgtings- og landsstýrismaður. (Deyður 7. september 2005)

Andlát:

2005 – Atli Pætursson Dam, løgmaður í Føroyum (føddur 12. september 1932)