21. september. Ápostulin og evangelisturin Matteus. Halgisøgan veit at siga, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór Matteus til Etiopia og boðaði evangeliið har. Er helst ein av teimum, sum á kirkjubøstólunum er avmyndaður við bók í hendi. Kongurin í Etiopia læt hann taka av døgum. Bíbilska navnið merkir Guds gáva. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Hendingar, ið knýta seg til hendan dagin:
1772 – Frankaríki verður republikk, og monarkiið verður avtikið.
1917 – Letland lýsir sjálvstýri.
1933 – Týski presturin, Martin Niemøller, mælir til at skipa ein felagsskap av prestum, sum skulu mótmæl móti nazistiskari stýring av kirkjuni.
1937 – Skaldsøgan Hobbin hjá Tolkiens kemur út fyri fyrstu ferð.
1983 – Sensasjón á Wembley, tá Danmark vinnur 1-0 og Onglandi í EM-undankappin. Allan Simonsen skorar málið hjá Danmark við brotssparki. Danski málmaðurin, Ole Kjær, hevur fleiri fantombjargingar.
1994 – Hálvi tvørámaðurin og skemtarin Jacob Haugaard verður valdur í danska Fókatingið.
Av fólkum, sum eru fødd hendan dagin kunnu vit nevna:
1931 – Larry Hagman, amerikanskur sjónleikari, kendur sum J. R. Ewing í Dallas. Hann doyði í fjør.
1934 – Leonard Cohen, sangari og sangskrivari úr Kanada
Av fólkum, sum deyð eru hendan dagin kunnu vit nevna tveir:
1957 – Hákun 7. av Noreg. Hann var valdur til kong við fólkaatkvøðu eftir at samveldið við Svøríki var upployst í 1905. Hann var næstelsti sonur Fríðrik 8. kong av Danmark og var kendur sum Prins Carl, áðrenn hann tók við norsku krúnuni og fekk norska kongsnavnið Hákun. Hann var yngri beiggi Kristian 10. kong av Danmark. Abbin í faðirætt var Kristian 9 av Danmark, meðan abbin í móðurætt var Karl 4. av Noreg (Karl 15. av Svøríki)
Einasti sonur Hákun kong, var Ólavur, sum gjørdist kongur eftir pápan. Sonur hansara, Hákun, er kongur í Noreg í dag.
1979 – Sámal Joensen-Mikines, listamálari, føddur í 1906.