13. juli. Margreta, deyð umleið ár 300. Var úr Antiokia, og foreldrini vóru heiðin. Hon tók við kristnari trúgv. Av tí at hon ikki vildi lovast heidna herføraranum Olymbrias, var hon hálshøgd. Ein margretumessa hevur eisini verið hildin. Margreta merkir perla á grikskum máli.











