6. september. Magnus, doyði umleið ár 750. Sankta Magnus var einbúgvi, sum saman við fleiri øðrum einbúgvum í langa tíð helt til við Bodenvatnið á markinum millum Týskland og Sveis. Seinni fór hann í kleystur. Navnið er latínskt og merkir stórur.
Hendan dagin í 1991 viðurkendi Sovjetsamveldið sjálvstýrislýsingarnar frá teimum trimum baltisku londunum: Estlandi, Letlandi og Litava.
Sama dag fekk næststørsti býur Ruslands sítt gamla navn, Sankta Pætursborg, aftur, eftir at hava itið Leningrad síðani 1924.
Og hendan dagin í 1997 fór Diana prinsessa til gravar úr Westminster Abbey í London.
Luciano Pavarotti, italski tenorsangarin, doyði hendan dagin í 2007. Hann varð føddur í 1935.









