Dagurin eitur Linus

23. september. Linus, deyður í árinum 79. Var fyrsti eftirmaður Pæturs á pávastóli í Róm. Halgisøgur siga, at hetta er tann Linus, sum nevndur er í 2. Tim. 4, 21, men tað vita teir ikki við vissu. Dagurin eitur eisini heystjavndøgur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Av føðingardøgum hendan dagin kunnu vit nevna:

 

1916 – Alto Moro, fyrrverandi italskur forseti. Hann varð myrdur av Reyðu Brigadunum í 1978.

1927 – Herbert Pundik, dansk-ísraelskur journalistur og redaktørur.

1930 – Ray Charles, amerikanskur soulsangari og pianistur. Hann doyði í 2004.

1943 – Julio Iglesias, spanskur sangari.

1949 – Bruce Springsteen – the Boss, amerikanskur sangari, gittarleikari og tónasmiður.

 

Fólk, sum eru deyð hendan dagin:

1939 – Sigmund Freud, eysturrískur lækni og psykiatari, føddur í 1856.

1973 – Pablo Neruda, kilskur yrkari, sum vann Nobelheiðurslønina í bókmentum. Hann varð føddur í 1904.