11. februar. Kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin miseydnaðist. Navnið kongadagur sipar til báðar kongarnar, sum stóðu á odda í stríðnum, tann danska Fríðrik III og tann svenska Karl X Gustav. Sagt varð, at versta tíðin til veður var millum konganna, tað er frá trettanda (teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin.









