Dagurin eitur Ketil biskupur

8. juli. Ketil biskupur. Hesin biskupurin í Würtsburg í Týsklandi var ættaður úr Skotlandi. Sankta Kilian, sum hann varð róptur, varð saman við feløgum sínum Totnan og Kolonat tikin av døgum í árinum 689.

Hann hevði umvent hertugan har á staðnum og yvirtalað hann til at lata seg skilja frá konuni, ið var einkja eftir bróður hansara. Í øði læt konan hann og felagar hansara taka av døgum. Kilian varð seinni skírdur halgimenni, og ein eftirmaður hansara sum biskupur í Würtsburg læt bein hansara leggja í halgiskrín tann 8. juli ár 752.


(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)