Dagurin eitur Katrin

25. november. Katrin, deyð umleið ár 300. Halgisøgurnar greiða frá eini vakrari og klókari prinsessu í Aleksandriu, sum mangir hábornir menn bóðu um, líka keisarin. Men hon vildi ongum játtast, tí at Kristus var hennara sanni brúðgómur. Hon viðgekk alment kristnu trúgv sína og varð tikin av døgum. Hon varð jarðað á Sinaifjalli, har eitt katrinarkleystur er bygt yvir grøv hennara. Navnið er grikst og merkir hin reina, hin óspilta.

(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)