Dagurin eitur Hippolytos

13. august. Hippolytos, deyður í umleið 235. Helst ein grikki, sum gjørdist ein av teimum best kendu kristnu rithøvundunum í Róm í 3. øld. Hann var tikin av døgum við at verða slitin millum hestar, sum navn hansara sipar til. Rasmus Rasmussen (á Háskúlanum) varð føddur hendan dagin í 1871. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Náttina millum 12. og 13. august fyri 52 árum síðani varð farið undir at byggja Berlinmúrin.

 

Bretski filmsleikstjórin, Alfred Hitchcock, varð føddur hendan dagin í  1899 – hann doyði í 1980, og kubanski einaræðisharrin, Fidel Castro, varð føddur hendan dagin í 1926.