Dagurin eitur Hermann

11. august. Hermann. Einki kent halgimansnavn, men er komið upp í álmannakkan í staðin fyri Tiburtius. Navnið er týkst og merkir hermaður.

 

Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmaður, varð føddur hendan dagin í 1898.

 

Hendan dagin í 1986 steig Ove Joensen á land á Langelinje í Keypmannahavn, har hann kysti havfrúnna eftir at hava róð úr Føroyum til Keypmannahavn við árabátinum Dianu Victoru.  Teinurin var 900 sjómíl. Fleiri túsund fólk tóku ímóti honum á Langelinje við borgarstjóranum í Keypmannahavn, Egon Weidekamp á odda, sum gav honum eina song sum gávu.