28. november. Gunter. Teir vita ikki við vissu, hvønn meint verður við. Hann stóð í halgimannatali tíðliga í tíðini, fór burturúr, men kom so seinni aftur. Teir halda tó, at hesin Gunter ella Gunterus hevur verið navnframur biskupur í Týsklandi, sum doyði í 1045, 90 ára gamal.