9. september. Gorgonius, doyði umleið ár 300. Ein av pínsluváttunum í fornkirkjuni, sum varð tikin av døgum undir Diokletian keisara. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Hendan dagin í 1948 var norðurkoreanska Fólkarepublikkin stovnað. Samstundis gjørdi nýggja republikkin krav upp á alla koreansku hálvoynna.
Í Danmark var lógaruppskot lagt fram hendan dagin í 1956 um fólkapensjón til øll.
Av føðingardøgum kann nevnast, at Svend Grundtvig, sonur gamla N. S. F. Grundtvig, varð føddur hendan dagin í 1824. Hann var málgranskari og arbeiddi eisini saman við okkara »málfaðiri«, V. U. Hammershaimb. Svend Grundtvig doyði í 1883.
Nevnast kann eisini, at Mao Zedong, kinverki leiðarin, doyði hendan dagin í 1976. Hann varð føddur í 1893.