Dagurin eitur Florentinus

17. oktober. Florentinus, deyður umleið 1525. Biskupur í Orange í Fraklandi. Kendur úr søguni av fleiri kirkjufundum, har hann hevur verið við, men annars vita teir einki um hann at siga. Mikkjal á Ryggi varð føddur hendan dagin í 1879. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Av hendingum hendan dagin:

 

1931 Al Capone verður dømur í 11 ára fongsul fyri skattasvik

 

1933 Albert Einstein kemur til USA, flýggjar úr Nazi-Týsklandi

 

1970 Anwar Sadat verður forseti í Egyptalandi

 

1977 Eitt rænt Lufthansaflogfar í Mogadiscio í Somalia verður fríað av týskum serdeildum.

 

1979 Móðir Teresa fær friðarheiðursløn Nobels.

 

2003 Friðarboðin, samtak fyri samkynd, verður stovnað í Føroyum.

 

Av fólkum, sum eru fødd hendan dagin kunnu vit nevna:

1879 Mikkjal á Ryggi, føroyskur rithøvundur og sálmaskald

1912 Jóhannus Páll pavi 1., deyðu rí 1978.

1915 Arthur Miller, amerikanskur rithøvundur, deyður í 2005.

1958 Allan Jackson, amerikanskur sangari og skald

1972 Eminem, amerikanskur rappari

 

Fólk, sum eru deyð hendan dagin:

1849 Frédéric Chopin, polskt-franskt tónaskald og klaverspælari, føddur í 1810.

 

1967 Puyi, tann síðsti kinesiski keisarin. Førddur í 1906.