20. oktober. Felicianus, deyður umleið ár 250. Foreldur hansara vóru kristin fólk í Forum Flamini í Italiu. Ungur kom hann til Róm og gjørdist erkadiakonur hjá pávanum. Pávin Viktor setti hann sum biskup í heimbygdini. Keisarin Decius læt hann taka av døgum.
Hans Andrias Djurhuus varð føddur hendan dagin í 1883, og Mikkjal á Ryggi doyði hendan dagin í 1956.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)