14. august. Eusebius. Fleiri halgimenni at navni Eusebius eru knýtt at degnum 14. august.
Hendan dagin í 1980 fór Lech Walesa og hansara menn á skipasmiðjuni í Gdansk í verkfall, sum seinni førdi til stovnanina av Solidarność og til eitt systemskifti í Póllandi.
Hendan dagin í 1989 legði suðurafrikanski forsetin Pieter Willem Botha frá sær av politiskum ófriðið. Uttanríkisráðharrin, Frederik Willem de Klerk tók dagin eftir við embætinum.
Hendan dagin í 1996 vann danska fótbóltslandsliðið 1-0 á Svøríki. hetta var fyrsti dystur hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Bo Johansson – núverandi landsliðsvenjarin, Morten Olsen fyllir 64 ár í dag, og danski fótbóltsleikarin, Stig Tøfting fyllir 44.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Hartling, hevði fylt 99 ár í dag. Hann doyði í 2000.