7. november. Engelbrekt. Deyður í 1225. Týskur munkur, sum longu 30 ára gamal gjørdist erkabiskupur í Köln. Sum kirkjupolitikari tók hann sær fyri at bøta um mong viðurskifti, sum vóru farin av lagi. Hann fekk, sum vera man, nógvar fíggindar, sum gingu saman í ráð og myrdu hann. Navnið er týskt, samansett av orðunum anglar (fólkaslagnum) og bjartur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)










