18. apríl. Eleuterius, biskupur í Illýriu, tikin av døgum um leið ár 200. Dagurin verður eisini skrivaður Elenterius.
Av hendingum hendan dagin kunnu nevnast:
1506: Grundarsteinurin lagdur til Pæturskirkjuna í Vatikaninum í Rom.
1521: Martin Luther vil ikki møta í Ríksdegnum í Worms at afturkalla ákærurnar ímóti kirkjuni.
1864: Preusiskar og eysturríkskar herdeildir leggja á skansarnar við Dybbøl. Eftir at umleið 1700 mans eru falnir og særdir má danski herurin geva seg yvir, og alt Jylland verður hersett.
1906: Ein jarðskjálvti, sum førir til nógvar eldsbrunar, leggur størsta partin av San Francisco í oyði. Fleiri enn 1.000 fólk doyggja, og 28.000 hús leggjast í oyði.
1940: Yrkjarapresturin Kaj Munk mælir í prædiku í Sønderborg til mótstøðu ímóti týska hersetingarvaldinum í Danmark.
1955: Albert Einstein, týskur alisfrøðingur, doyr (f. 1879)
1998: Anders Fogh Rasmussen verður valdur til floksformman í Venstre.
2002 - Thor Heyerdahl, norskur etnologur og kanningarferðandi doyr (f. 1914).
Forsíðusøgan 18. apríl í 1997 – fyri 20 árum síðani, var, at nú fer Húsalánsgrunnurin aftur at læna pengar til sethús. Sosialurin skrivar »góð tíðindi til tey, sum ætla sær at seta fót undir egið borð« um, at eftir at hava ligið í dvala í fýra á, fer Húsalánsgrunnurin nú aftur at læna til sethús. Men hann fer at leggja størri dent á at læna til gomul hús enn til nýggj.
Greinin í Sosialinum 18. apríl í 1997 kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER