Dagurin eitur Dýrd krossins

14. september. Dýrd krossins. Eisini róptur krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og førdur til Jerusalems. Dagurin hátíðarhildin til minnis um hesa hending. 14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella loysing. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Av hendingum annars hendan dagin kunnu nevnast:

 

1770 – Prentfrælsi verður sett í gildi í Danmark.

1812 – franski herurin, undir leiðslu av Napoleon, fer inn í brennandi Moskva

1891 – Fyrsta brotssparkið nakrandi í einum enskum ligadysti

1946 – Fólkaatkvøða í Føroyum um loysing millum Føroyar og Danmark

1960 – Oljufelagsskapurin OPEC verður stovnaður á einum fundi í Bagdad millum Iran, Irak, Kuwait, Saudi-Arabia og Venezuela.

1978 – Italska løgreglan handtekur 30 ára gamla Corrado Alunni sum leiðari fyri Reyðu Brigadurnar og høvuðsmaður handan morðið á fyrrverandi forsetan Aldo Moro.

 

Av føðingardgøum hendan dagin kunnu vit nevna, at hendan dagin í 1948 var danski tónleikarin, Tommy Sebach, føddur. Hann doyði í 2003.

 

Av kendum fólkum, sum eru deyð hendan dagin, kunnu vit nevna:

 

1982 – Grace Kelly, prinsessa av Monaco og fyrrverandi amerikanskur sjónleikari. Hon doyði i eini ferðsluvanlukku. Fødd í 1929.

 

2004 – Ove Sprogøe, danskur sjónleikari, føddur í 1919.

 

2009 Patrick Swayze, amerikanskur sangari og sjónleikari, føddur í 1952