Dagurin eitur Ditlev

Danmark atkvøddi fyri EF limaskapi hendan dagin í 1972.

2. oktober. Ditlev. Komin upp í halgramannatal í 1725. Ókent halgimenni. Upprunaliga týskt navn, samansett av orðunum fólk og arvur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Úr rúgvuni av hendingum 2. oktober kunnu nevnast:

 

1972: Við fólkaatkvøðuni er meiriluti fyri, at Danmark skal gerast limur í EF, seinni ES.

 

Føðingardagar:

1869: Mahatma Gandhi, indiskur politikari og savnandi stórmenni, føddur. Hann doyði, tá hann varð myrdur í 1948.

1876: A. P. Møller, ella Arnold Peter Møller, danskur reiðari, føddur. Hann doyði í 1965,

1904: Graham Greene, einskur rithøvundur. Deyður í 1965.

1951: Sting, einski rocksangarin, kendur úr The Police.

1973: Norska Lene Nystrøm – kendur úr duoini Aqua.

 

Deyð:

311 f. Kr: Aristoteles, greskur filosoffur og náttúruvísindamaður. Fødur 384 f.Kr.

1935: Georg Jensen, danskur sniðgevi, føddur í 1866.

1985: Rock Hudson, amerikanskur sjónleikari, doyði av AIDS. Hann var føddur í 1925.