13. september. Cyprianus, deyður í 258. Hann var sakførari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal gjørdist hann kristin og varð tvey ár seinni valdur til biskup. Cyprianus skrivaði nógvar lærubøkur og søgubøkur, og handrit hansara eru týdningarmiklar keldur til søguna hjá fornkirkjuni. Hann var tikin av døgum undir Valerianus keisara. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Av hendum úti í heimi,s um knýta seg til hendan dagin kunnu vit nevna, at í 1989 var størsta mótmælisgonga í 30 ár í Kapstaðnum í Suðurafrika, har 12.000 fólk gingu við. Gongan, sum upprunaliga varð bannað av løgregluni, var mótmæli móti, at 23 fólk vórðu skotin vikuna frammanundan. Virkandi forsetin, de Klerk, broytti forboðið og gongan var friðarliga gjøgnumførd.
Hendan dagin fyri 20 árum síðani – í 1993, skrivaðu PLO og Ísrael undir eina søguliga friðaravtalu uttan fyri Hvítu Húsinum í Washington D.C. í USA. Avtalan tryggjaði palestinum sjálvstýri í Gazageiranum og í býnum Jeriko, meðan PLO viðurkendi rættin hjá Ísrael at vera til sum sjálvstøðugur statur.
Av føðingardøgum kunnu vit nevna, at enski sjónleiakrin, Jacqueline Bisset og amerikanski sangarin og sangskrivarin, Peter Cetera úr Chicago, fylla 69 ár í dag.