Dagurin eitur Blásius

3. februar, Blásius, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum fyri trúar sakir. Var biskupur í Sebaste í núverandi Turkalandi, og av tí at hann bjargaði einum smádrongi, sum hevði sett eitt fiskabein í hálsin, varð hann tilbiðin sum verndari fyri hálsverk. Dagurin var eisini róptur blámessa, og var blámessudagur stillur og klárur, boðaði tað fyri einum brúsandi vári, varð sagt.