Dagurin eitur Aurelius

28. juli. Aurelius, deyður í umleið 852. Í fæðirætt vóru hann og konan Natalia av mauriskum fólki, men tey vóru í loyndum kristin. Tá ið tey saman við øðrum alment viðgingu kristnu trúgv sína, vóru tey tikin av mauriska emirinum og hálshøgd.

 

----

Av kendum fólkum, sum eru fødd hendan dagin kunnu vit nevna amerikonsku forsetafrúuna, Jacqueline Kennedy, sum varð fødd í 1929, peruvianska forsetan, Alberto Fujimori, sum varð føddur í 1938 og venewuelanska forseta, Hugo Chávez, sum varð føddur í 1954.

 

Av kendum fólkum, sum eru deyð handan dagin, kunnu vit nevna italska tónaskaldið, Antonio Vivaldi, sum doyði hendan dagin í 1741 og týska tónaskaldið, Johann Sebastian Bach, sum doyði hendan dagin í 1750.

 

Og so er sjálvandi ólavsøkuaftan. Dagurin fyri deyða Ólav Halga, sum fall á Stiklastøðum í Noreg 29. juli í 1030.