Dagurin eitur Arnaldur

1. desember. Arnaldur. Er eitt av teim elstu nøvnunum í halgramanna tali, tað er eitt sindur tvørligt at fáa skil á, hvør hesin Arnaldur hevur verið.
Fleiri við sama navni verða nevndir, og teir flestu halda, at her verður sipað til ein franciskanaramunk, sum fór til Kina í 1303 sum trúboðari.

Navnið er gamalt týskt, sett saman av arn, sum merkir ørn og wald, ið merkir tað sama sum føroyska orðið vald ella hersi. 


(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)