Sosialurin 17. apríl í 1940: Sambært danska útvarpinum eru Havnin týnd, sandoyingar tóku ímóti onglendingum við hvalakanón, og týski konsulin í Føroyum er settur fastur og kona og børn dripin...
Dagurin 17. apríl verður nevndur eftir Anicetus, deyður umleið ár 166. Hann var pávi. Í Føroyum hevur mansnavnið Setus verið brúkt.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Hendingar, ið knýta seg at degnum:
1713: Á fyrsta sinni koma út danskir pengaseðlar
1894: Nikita Khrusjtjov, sovjetiskur leiðari, verður føddur
1919: 8 tímar arbeiðsdagður verður settur í gildi í Frankaríki
1929: James Last, týstkur orkesturleiðari, verður føddur
1964 Ford Mustang verður vístur fram á fyrsta sinni
Hendan dagin, beint eftir bretsku hersetingina av Føroyum í 1940 skrivar Sosialurin soleiðis um kriggið:
»Quistling (usling), forsætisráðharrin í svíkjarastjórnini í Noreg, er horvin, hevur sníkt seg burtur frá ábyrgdini.
Enskar og franskar herfylkingar eru landsettar á seks ymiskum støðum í Noreg: Tromsø, Harstad, Balsfjorden, Narvik, Bodø, Foldenfjorden.
60 týsk skip skotin í sor í fyrstu og aðru atløgu í Noregi. Við frystu atløgu fóru 39, harav 16 herskip. Við seinri atløgu fýra kryssarar, tveir kavbátar, 15 farma- og herflutningsskip.
Norðmenn verja seg manniliga. Teir eru nú við at vera lidnir við mobiliseringina. Menn vænta, at í teim fyrstu døgunum verða avgerandi bardagar at fara fram millum týskararnar øðrumegin og norðmenn, onglendingar og fransar hinumegin.
Enskur kryssari við nøkrum destroyarum fóru um dagarar inn í Narik. Teir skutu tey týsku festningsvirkini í sor, løgdu á teir sjey týsku destroyararnar, sum lógu inni. Fýra av teimum vórðu oyðiligadir beinanvegin. Hinir tríggir hildu undan inn á ein fjørð. Onglendingar eltu teir og søktu allar tríggjar.
Áður vóru trý herskip søkt við Narvik. Týskararnir flýddu til fjals. Har vórðu teir móttiknir av norskum hermonnum og verða nú eisini eltir av onglendingum. Henda sigurin rokna franskir og enskir menn fyri hin størsta hjá teimum í stórbardaganum við týskin.
Danmark hevur tað vont í hesum døgum. Matbýtingin fer strangliga fram. Av fitievni fáa fólk lítið og einki.
Hinir arbeiðsleysu hava mist studningin.
Radioin má bera tílík ósannindi sum, at Tórshavn skal vera týnd, sandingar skulu hava tikið ímóti onglendingum við hvalakanón, hin týski konsulin Richard Thomsen skal vera fastsettur, og kona hansara og børn helsligin av ótta um hann o. a.«
(24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar)










