Dagurin eitur Amandus

Clinton, Elsebeth Mercedis og Jákup á Borg hava føðingardag í dag

26. oktober. Dagurin eitur Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta navn, og allir hava teir verið biskupar, og allir hava sama halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað verður til. Navnið er av latínskum uppruna og merkir: tann sum eigur at verða elskaður.

 

(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Hendingar, ið knýta seg at degnum:

 

1863: Sveisarin Henri Dunant stovnar Alheims Reyða Kross, sum longu árið eftir verður virkin í krígnum ímillum Eysturríki-Prussland og Danmørk.

 

1905:  Noreg verður fullveldi. Við Karlstad-samráðingarnar verður Noreg umsíðir ein sjálvstøðugur statur, tá síðstu bondini verða slitin. Síðan 1814 hevið Noreg kong og uttanríkispolitikk í felag við Svøríki.

 

1965: Elisabeth drotning handar The Beatles »Order Of The British Empire« fyri stóra lut teirra í enskum útflutningi.

 

Fólk, sum eru fødd hendan dagin:

 

1873: Thorvald Stauning, dansk statsminister (død 1942).

1916: François Mitterrand, franskur forseti 1981-95 (d. 1996)

1947: Hillary Clinton, amerikansk politiker og eks-præsidentfrue.

1963: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

1979: Jákup á Borg