7. oktober. Amalia. Teir vita um onga halgikvinnu við hesum navni, men navnið er einaferð komið í álmanakkan í staðin fyri Birgitta, ið helst er Birgitta úr Vadstena í Svøríki Ein halgisøga sigur, at Pippingur (abbi Karlamagnus) vildi hava Amaliu til hjákonu, men hon vildi ikki játtast honum og gav seg í kleystur, har hon doyði í 772. Navnið er kanska gotiskt, og merkir íðin.