Dagurin eitur Agapetus

18. august. Agapetus. Deyður umleið ár 300. Ein 15 ára gamal drongur, sum var tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína.

 

Hendan dagin fyri 100 árumsíðani setur altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, í gildi nýggju reglarnar um fríspark – at mótstøðuliiði skal halda seg 10 yards frá bóltinum.

 

Av føðingardøgum kann nevnast, at amerikanski sjónleikarin og leikstjórin, Robert Redford, fyllir 77 í dag, og amerikanski sjónleikarin, Patrick Swayze fyllir 61.

Djengis Khan, valdsharri í Mongolia doyði hendan dagin í 1227. Eisini suðurkoreanski forsetin, Kim Dae-jung doyði hendan dagin, tó 2009.