Dagurin í dag: Spania gerst eitt fólkaræði

Í dag er týsdagur 27. desember.

 

Dagurin eitur Jóhannes evangelistur. Ápostulin og evangelisturin prædikaði, eftir at ápostlarnir skiltust í Lítaásiu. Livdi eina tíð í Efesus. Á oynni Patmos skrivaði hann Opbinberingina. Halgisøgan sigur, at hann doyði í Rom á 90. ára føðingardegi sínum 27. desember.
Avmyndaður á kirkjubøstólinum við kaliki í hendi.
Joannes er griskt navn eftir tí hebráiska Johanan, sum merkir Harrin er náðigur.

Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).

 

 

Hendingar:

 

1978: Juan Carlos kongur av Spania setur í gildið fyrstu fólkaræðisligu grundlógina fyri Spania, ið samstundis gerst eitt fólkaræðisligt land eftir 40 ára einaræði undir Franco.

 

1985: Yvirgangur verður framdur á flogvallinum í Rom og Wien. 20 fólk lata lív og yvir 100 verða løstað. Forsetin í Lybia, Muammar Gadaffi, fær skuldina fyri álopini.

 

2007: Fyrrverandi forsætismálaráðharrin í Pakistan, Benazir Bhutto, verður tikin av døgum av einum eini sjálvmorðsbumbu. Bhutto sat sum forætismálaráðharri í tveimum umførum, frá 1988-1990 og aftur frá 1993-1996. Al-Qaeda tók ábyrgd av drápinum.

 

Føðingardagar:

 

- Gerard Depardieu (1948). Franskur sjónleikari.

 

- Terji Skibenæs (1982). Gittarleikari í bólkinum Týr.

 

Andlát henda dagin

 

- 2007: Benazir Bhutto (1953-2007). Fyrrverandi forsætismálaráðharri í Pakistan. Hon var fyrsta kvinna, ið var politiskur leiðari í einum landið við muslimskum meirluta. Hon er higartil einasta, ið hevur sitið í tveimum umførum.