Dagurin í dag: Saddam Hussein tikin av døgum

Í dag er fríggjadagur 30. desember.

 

Dagurin eitur Dávid. Hildin til minnis um Dávid kong, sum vit lesa um í Sámuelsbókunum og fyrst í Fyrru Kongabók.
Navnið er hebráiskt og merkir elskaður.   

Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum (Axel Tórgarð).

 

Hendingar:

 

1987: Robert Mugabe gerst forseti í Zimbabve. Hann situr framvegis í sessinum.

 

2006: Saddam Hussein (1937-2006) verður avrættaður. Saddam Hussein sat sum forseti í Irak frá 1979-2003, tá hann bleiv tilkin til fanga av USA, fyri brot á mannarættindi hjá sínum egna fólki. Hann bleiv dømdur til deyða í 2006. Avrættingin bleiv filmað og seinni likin út til fjølmiðlar.

 

2006: Flogvøllurin í Madrid verður álopin av baskiska loysingar- og yvirgangsfelagsskapinum ETA. Ein bilbumba brestir uttanfyri ein terminal. Tvey fólk lata lív og onnur 52 fáa løstir. Hendingin var endin á einum nýggju mánaða longum friði millum ETA og sponsku stjórnina.

 

Føðingardagar:

 

- Rudyard Kipling (1865-1936). Bretskur tíðindamaður og rithøvundur. Skrivaði nógvar stuttsøgur og yrkingar, men er mest kendur fyri sínar barnasøgur. Serliga søgan um Mowgli og hini í søguni The Jungle Book er væl kend. 

 

- Gordon Banks (1937) Fyrrverand málmaður fyri millum annað Leicester og enska landsliðið. Hildin at verða ein av bestu málmonnum nakrantíð og vann millum annað heimsmeistaraskapið í fótbólti við Englandi í 1966. Higartil einasta, ið enska landsliðið hevur vunnið. Bansk bleiv valdur heimsins besti málmaður seks ferðir millum 1966-71.

 

- Tiger Woods (1975). Amerikanskur golfleikari. Av mongum hildin at verða heimsins besti golfleikari nakrantíð.

 

Andlát henda dagin:

 

1970: Sonny Liston (n/a-1970). Sonny Liston er fyrrverandi heimsmeistari í nevaleiki (boksing) frá 1962-64. Hann var leingi hildin at verða ómøguligur at vinna á og vardi sítt meistaraheiti tvær ferðir, báðar ferðir vann hann á knock-out í fyrsta umfari. Hann tapti meistaraheitið til ein ávísan Cassius Clay (seinni Muhammed Ali), í einum dysti, ið vardi sjey umfør.

 

2006: Saddam Hussein (1937-2006) sí omanfyri